Akstovan boðar frá, at framyvir verða størri akfør ikki longur sýna á Sandi og í Klaksvík. Akfør úr Sandoynni og Norðoyggjum skulu nú sýnast í ávikavist Tórshavn og Saltangará.
Øll sýn av akførum yvir 3.500 kg verður nú gjørd í Saltangará, Tvøroyri, Sørvági og Tórshavn. Tað verður gjørt fyri at tryggja einsháttað sýn um landið.
At sýna stór akfør krevur serligan útbúnað, sum skal góðkennast árliga av tøkniligum myndugleikum. Hesin útbúnaður er til staðar á hesum fýra støðum, sum tryggjar einsháttað sýn.
Akfør yvir 3.500 kg skulu til lógarkravt sýn eina ferð um árið.
Í Tórshavn eru hesi sýn tvær ferðir um vikuna, týsdag og fríggjadag. Í Saltangará hava sýn verið eina ferð um vikuna, men nú akførini í Norðoyggjum koma upp í hópin, verða sýnini við tíðini víðkað til tvær ferðir um vikuna, eisini týsdag og fríggjadag.
Akstovan upplýsir, at broytingin ikki hevur við sær uppsøgn av starvsfólki. Broytingin kemur í gildi frá 27. februar.