Géza Turi er í byrjananuppstillingini hjá Grimsby, tá ið liðið frá fiskivinnubýnum í kvøld spælir móti Notts County í fjórðbestu ensku deildini.
Hetta er fyrstu ferð Géza Turi skal spæla fyri Grimsby, síðan hann skifti til felagið um mánaðarskiftið januar/februar. Í vikuskiftinum sat Géza Turi á beinkinum allan dystin, tá ið Grimsby vann 3-1 á útivølli móti Walsall.
Sum sæst niðast í hesi greinini, hevur Grimsby mynd av Géza Turi á Facebook-uppslagnum, sum vísir liðið hjá Grimsby í kvøld.
Grimsby er nummar átta í fjórðbestu ensku deildini, og tað hevur gingið væl hjá Grimsby seinastu dystirnar. Seinastu átta dystirnar hevur Grimsby ongan dyst tapt. Teir hava vunnu fimm og spælt tríggjar javnar.
Géza Turi var í gjár fyri fyrstu ferð tikin út til føroyska landsliðið, eftir at hann langt um leingi fekk føroyskt pass. Hann er uppvaskin í Gøtu, har pápi hansara, sum eisini eitur Géza Turi, kom at standa í mál hjá GÍ fyrst í øldini, og síðan spældi við GÍ og Víkingi í nógv ár, og var við at vinna nógvar steypakappingar og tvey meistaraheitið.