, ,

Gilli takkar fyri seg í TB

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Tá eg kom heim í vár, so var eg til reiðar at tveita alt frá mær, tí eg ikki fekk tað uttanlands, ið eg ynskti. Hevði satt at siga hug at gevast við fótbóltinum, vildi heldur royna at liva sum vanlig fólk aftur, brúka tíð upp á familju og vinir. Eg eri tó sera glaður fyri, at eg tók avgerðina um at koma til TB, eina avgerð, sum ivaleyst ongin hevði dugað at ímyndað sær. Eg vil bara siga, at hetta hevur verið ein tann besta tíðin í mínum lívi, og eg havi av álvara funnið spæligleðina fram aftur.

Tað skrivar Gilli Rólantsson Sørensen á Facebook-vanganum hjá TB, nú hann biður farvæl við árstalsfelagið í Suðuroynni.

– Nú gongur leiðin uttanlands til eitt nýtt ævintýr, og eg eri ómetaliga glaður fyri, at eg valdi at taka fyrru helvt av kappingarárinum við TB, sigur hann, men uttan at greiða frá, hvar hann fer nú. Føroyskir miðlar hava sett hann í samband við Vejle og Silkeborg í Danmark.

Hóast trupla byrjan upp á kappingarárið, so sær Gilli bjart upp á framtíðina hjá TB.

– Nú eru okur so komin eitt sindur inn í kappingina, og í staðin fyri at grenja, sum nógv helst gera ov nógv av, so er orsøk til at vera optimistiskur, nú stigatalvan sigur 12 stig, og har eru altso heili átta heimadystir eftir.

– Takk til leikararnar fyri eina fantastiska tíð. Komi at sakna at vera ein partur av felagsskapinum. Góða eydnu við restini av kappingarárinum, allir samlir, skrivar Gilli.

Og so endar hann við at siga soleiðis:

– Tað snýr seg ikki um at tosa um at yvirliva, men um at vinna fótbóltsdystir. Takk fyri hesa ferð.