

Gilli: Vit skulu læra av KÍ
07.09.2023– Skora teir ikki innanfyri teir fyrstu 20 minuttirnar, so kann tað henda, at heimaáskoðararnir gerast ónøgdir, og trýstið á heimaliðið kann gerast enn størri. Moldova skoraði trý mál ímóti Póllandi – hví kunnu vit ikki fáa eitt? Tað sigur føroyski landsliðsspælarin í Vejle, Gilli Rólantsson, sum er spentur til dystin móti Póllandi í kvøld. Eisini Gilli dregur fram ævintýrið hjá KÍ í Evropa í summar. – Vit skulu læra av KÍ, hvussu gott felagið hevur gjørt tað í Evropa. Eg haldi, at vit gott kunnu taka nakað av tí við inn á landsliðið eisini, har vit skulu verja væl og vera eitt sindur primitivir, har vit taka ferðina úr dystinum, greiðir Gilli frá. Gilli Rólantsson hevur í summar skift til donsku superliga´ina og Vejle, og ger eina samanbering millum bestu donsku fótbóltsdeildina og bestu deildina í Norra, har Gilli spældi í nøkur ár. Hoyr samrøðuna, sum Rúni á Reynatrøð hevði við Gilla Rólantsson her:
