Hagstova Føroya hevur gjørt upp gjaldsjavnan fyri 2023, og tølini vísa, at avlopið á gjaldsjavnanum var 1,3 milliardir krónur, sum eru góðar 100 milliónir krónur hægri enn í 2022. Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013.
Í 2023 vóru inntøkurnar á gjaldsjavnanum 18, 6 milliardir krónur, og útreiðslurnar vóru 17,3 milliardir krónur. Tað merkir, at samanlagt komu 1,3 milliardir krónur meira inn til Føroyar enn fóru úr Føroyum.
Verður gjaldsjavnin fyri 2023 greinaður sundur, sær soleiðis út:
- Vørujavnin hevði eitt avlop á 1,3 milliardir krónur.
- Tænastujavnin hevði eina milliard krónur í halli.
- Lønarflytingarnar høvdu eitt avlop á 750 milliónir krónur
- Rakstrarflytingarnar høvdu eitt avlop á 808 milliónur krónur.
- Íløgu- og fíggjarvirksemi hevði eitt hall á 556 milliónir krónur.
Vøksturin í avlopinum á gjaldsjavnanum í 2023 skyldast serliga, at vøruhandilsjavnin vaks úr 788 milliónum krónum í 2022 upp í 1.325 milliónir krónur í 2023.