KT-trygdarráðið á Gjaldstovuni hevur hækkað KT-tilbúgvingina í sambandi við netálopið á Klaksvíkar kommunu, boðar Gjaldstovan frá. Gjaldstovan umsitur Landsnet, Skúlanet, Búskaparskipan Landsins og Talgildu Føroyar.
“Yvirvakingin av hesum KT-kervunum vísir at einki óvanligt er í umbúna,” segði Gjaldstovan ígjár.
“Tá ið ein samstarvsfelagi, sum í hesum føri Klaksvíkar kommuna, verður álopin, hava vit sjálvandi eitt vakið eyga við tær av okkara tænastum sum viðkomandi samstarvsfelagi brúkar.”
“Øll kunnu gerast offur fyri netálopum,” varð Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, endurgivin fyri at viðmerkja. “Hesa ferð er tað Klaksvíkar kommuna. Vit fylgja støðuni og harmast almikið at henda støðan er íkomin, og vit eru til reiðar at veita ta hjálp sum vit kunnu.”
Stjórin segði víðari at Gjaldstovan raðfestir KT-trygd høgt.
“Vit arbeiða støðugt við at tryggja og bøta um trygdina á teimum KT tænastum, ið Gjaldstovan veitir. Vit arbeiða støðugt við trygdartiltøkum, og stórur partur av útreiðslunum hjá Gjaldstovuni fara til trygd. Stórar íløgur verða gjørdar í trygdarloysnir til bæði yvirvaking og fyribyrging.”
Hóast einki er 100 prosent trygt, so gera vit tað sum vit megna fyri at minka um váðarnar og at bera so skjótt at sum gjørligt tá ið nakað hendir,” legði Leif Abrahamsen afturat.
Mett verður at millum 80 og 90 prosent av øllum KT-trygdarbrotum standast av menniskjaligum feilum, vísti Gjaldstovan á.
“Vit mugu øll hava í huga at okkara atburður kann vera ógvuliga týðandi fyri trygdina. Besti verndargarður um dátur okkara eru vit sjálvi.”
Sum góð ráð um KT-trygd, mælti Gjaldstovan til fylgjandi.
Trýst ikki á beinleiðis leink um telduposturin, sendarin ella boðskapurin er illgrunasamur.
Kanna leinkini áðrenn tú trýstir á tey; alt músini yvir hvørt einstakt leinki fyri at kanna, um adressan sær illgrunasom út.
Set teg í samband við sendaran; ivast tú um ein teldupostur er veruligur, kanst tú seta teg í samband við sendaran umvegis telefon ella á annan hátt.
Lat ikki persónligar upplýsingar; svara ikki teldupostum sum biðja um gjaldkortsupplýsingar, loyniorð ella líknandi.
Vel sterk loyniorð; loyniorð skulu vera løtt at minnast og ring at gita. Ikki brúka sama loyniorð til fleiri tænastur.