Í gjár var Kallanes á veg út á Føroya banka til fiskiskap, eftir at hava landað til Snarfrost í Miðvági.
Men á veg út til fiskiskap, gjørdist ein maður illa fyri, og tí varð avrátt við MRCC, at Kallanes sigldi til Hvalbiar, har sjúki maðurin bleiv fluttur í land.
Haðani fór hann til kanningar á Suðuroyar Sjúkrahús.
Tað hevur ikki eydnast FM1 at fáa fatur á Kallanesi, fyri at frætta hvussu maðurin hevur tað, men á heimasíðuni marinetraffic.com sæst, at Kallanes fór av Hvalba klokkan 04.44 í nátt, og er nú á veg til fiskileið á Føroya Banka.
Útróðrarbáturin Kallanes er heimahoyrandi á Norðskála.