Eina løtu í seint í gjár var neyðugt at steingja ein part av Tinghúsvegnum av fyri ferðslu, tí at ein partur av fasaduni á Tinghúsinum, ein av grønu glasplátunum, datt av bygninginum og fór í smildur.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at hetta hendi um hálvgum tíggju tíðina í gjár, og at løgreglan var til staðar og sperraði vegin av, meðan glaspettini vórðu ruddað upp av vegnum.
Sambært Portal.fo var talan um eina av glasplátunum á triðu hædd.
Við Portalin sigur Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, at tey vita ikki, hvussu tað ber til, at ein glaspláta brotnaði, men at hetta skal kannast, og at fyribils er gjørt av at byrgja gongubreytina av, soleiðis at eingin gongur undir bygninginum.