Eitt tað størsta navnið í føroyskum tónleiki í løtuni er RSP. Sama hvar teir spæla, so trokast áhoyrarar framman fyri pallin. Alt teir nerta við verður til hitt, og allar konsertirnar teir spæla gerast til risa ball.
Tú kennir løgini. Tú dugir tekstirnar. Tú elskar at syngja við um at “leggja lortið niður”.
“Tí eru vit so fegin um at kunna kunngera at RSP fara at framføra á OY Voxbotn 28. juni,” siga Voxbotn OY fyrireikararnir.
“Bólkurin kann sum fáur fáa lív í eina fjøld, og við teirra frekka og sjarmerandi útrykkið eru teir sannir favorittar hjá føroyska konsertgangaranum.”
Tað var ein sannførandi maktdemonstratión, tá bólkurin varð flogin til Berlin at hita føroysku hondbóltsáskoðararnar upp áðrenn dyst. Við pumpandi tónleikinum settu teir ferð á Berlin. Tá var garrvilt lív í, og tað sást aftur í høllini tá stuðulin skuldi veitast hondbóltsmonnunum.
Og tað er júst hesin eginleikin sum ger RSP til perfekta bólkin at spæla á OY Voxbotn. Vit skulu rokna við einari sera lívligari konsert, har vit øll liva okkum inn í teirra stuttliga univers, og vit skrála við teimum ónærisligu tekstunum.
“OY Voxbotn verður risastórt í ár, helst tað størsta nakrantíð,” siga fyrireikararnir. “Í fjør settu tit met, og tað sær út til at metið verður tikið aftur í ár.”
Keyp tí atgongumerki sum skjótast í Effo kring landið, SMS og á ebillet.fo fyri kr. 795 umframt avgreiðslugjøld.
OY Voxbotn 2025. Í samstarvi við Posta, Føroya Banka, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, effo, Coca Cola, Nema, Hoyrnin og Red Bull.