Í kjalarvørrinum av góðu úrslitunum hjá KÍ og B36 í europeiskum fótbólti kom eg framá ferðina hjá Knattspyrnufélag Reykjavíkar (stytt KR) í Føroyum í 1938. Í íslendsku bókini hjá mær frá 1986 stendur: “KR-ingar fóru til Færeyja og léku Þrisvar við TB. KR vann tvo leiki en TB einn.” Tað løgna er, at fleiri føroyskar keldur vilja vera við, at KR vann allar tríggjar dystirnar. KR var tá at rokna millum fremstu íslendsku liðini. Teir vóru íslendskir meistarar í 1934 og nr. 2 í 1935, 1936 og 1937. Hallur Hansson, sum hevur verið við KÍ í europeiska ævintýrinum, kom júst frá KR úr Reykjavík.
Ólavsøkudag 29. juli 1938 var dystur millum B36 og TB. Talan var um ein tættan dyst millum liðini, har TB skoraði sigursmálið, tá sjey minuttir vóru eftir at spæla.
Dagin eftir komu 16 spælarar frá Knattspyrnufelag Reykjavíkar við s/s Lyru til Havnar eftir innbjóðing frá TB. Tvøroyrar Bóltfelags vegna beyð N. A. Eidesgaard íslendingum vælkomnum. Leiðari íslendinganna, Hr. Sigurjón Pjetursson, takkaði og sang bóltliðið “Tú alfagra land mítt”. Føroyingar svaraðu aftur við “Ó, guð vors lands!”. Umframt konu leiðarans var ein íslendskur blaðmaður á Altýðublaðnum, Vilhjálmur S. Vilhjálmsson, við á ferðini, sum skrivaði um ferðina. Av bryggjuni varð farið niðan á Sjómansheimið til kaffi og køkur, meðan bíðað varð eftir at sleppa suður.
M/B “Streymur” varð leigaður til at føra íslendingarnar suður, og av tí at “Lyra” var komin seint til Havnar, fór Streymur av Havnini til Tvøroyrar kl. 22.00 og kom báturin ikki hagar fyrr enn kl. 3 um náttina. Men náttin var føgur við stilli og pollamjørka. Alt Tvøroyri var á beinunum og ferðaðist aftur og fram eftir gøtum og vegum; sangur og tónleikur hoyrdist bæði á sjógv og landi og dansurin gekk á “asfaltinum”.
Sjáldan hevur tílík mannamúgva verið á bryggjuni, sum tá báturin við ferðafólkunum legði at. – “Ljómur” spældi og sóknarstýrisformaðurin, Petur Mohr Dam, bað íslendingar vera vælkomnar og undir varð tikið við hurrárópum. Íslendingar sungu “Tú alfagra land mítt” og svarað varð við: “Ó, guð vors lands!”. Ferðalagið fór so niðan í Tvøroyrar Klubba, har KR-spælarar og vertir fingu sær ein kaffimunn. Vertar og gestir gjørdust kunnugir hvør við annan og aftaná felags kaffiborð varð farið heim at hvíla út til morgindagin.
Sunnudagurin 31. juli kom við góðveðri, og nakað eftir middag fóru íslendingar á leikvøllin fyri at gera seg kunnugar við hann og mýkja limirnar aftan á sjóferðina. Hvussu mundi fara at ganga TB, hugsaði mangur, móti tílíkum útvaldum leikarum, vælvaksnir, mjáir um miðju, breiðir um herðar við beinum sum stálfjaðrar og kvikir sum snarljós?
Dysturin byrjaði klokkan 18 við so nógvum áskoðarum sum ongantíð fyrr frá bygdunum í sóknini og úr Vági, haðani bátur aftaná bát var komin við fólki. Dómari var Eirikur Larsen. Leikvøllurin var prýddur við fløggum, og spælaraflokkarnir gingu í skrúðgongu úr Klubbanum út á vøllin við flaggberarum á odda. Tað íslendska var heilsað við: “Eldgamla Isafold”, myndir vórðu tiknar og leikurin byrjaði. Aftaná 5-10 minuttir fingu íslendingar fyrsta málið – tað var eitt fríspark.
Tvøroyrarmenn fingu at kenna, at teimum vóru møttir hundskjótir og fimir mótstøðumenn. Tó má sigast, at tvøroyrarmenn vardu seg væl og manniliga, og góvu hópin av góðum framlopum, ið gav teimum 1 mál. Úrslitið varð, at íslendingar fingu 3 mál, meðan eitt varð gjørt av TB, sum soleiðis var komið út fyri sínum yvirmanni, men tó við heiður veitti mótstøðu móti hørðum atsóknum av Íslands bestu spælarum. Íslendingar fingu mál við einum brotssparki og einum frísparki. Allir menn vóru tó á einum máli, at spælið fór sera siðiliga fram.
Tað var forvitnisligt at síggja, hvussu væl íslendingar spældu saman, hvussu væl teir dugdu at avlevera bóltin frá manni til mann og hvussu væl, beint og sterkt teir sparkaðu á mál. Teir spældu vakurt uttan stórvegis at nerta við mótstøðumannin, og har var ongin óneyðug tuskan aftur og fram eftir leikvøllinum. Til tíðir dýktu teir TB-málið undir við skotroyndum, men “Skipper” tók nærum alt, teir bjóðaðu honum og bjargaði støðuni. – Um kvøldið var almennur dansur í Klubbanum og stúgvandi fult av fólki, ið var komið saman fyri at heiðra vára frændar frá Vestri.
Manadagin 1. august nýttu gestirnir til útferðir til ymisk pláss m.a. niðan í Rangabotn. Hetta vóru íslendingarnir fegnir um, tí hetta var fyrstu ferð, teir høvdu sæð eitt kolanám. Teir fingu eisini høvi til samveru við vertsfólk og vinir. Um kvøldið skipaði TV Bio fyri ókeypis filmssýning.
Besti leikurin, ið spældur er á Tvøroyrar bóltfløtu
Seinnapartin týsdagin 2. august kl. 19 stillaðu teir upp aftur til dyst aðru ferð við TB. Aftur nú vóru nógvir áskoðarar komnir saman, og tað lønti seg, tí teir fingu at síggja ein leik við ferð og futti yvir frá byrjan til enda. Tað eydnaðist tvøroyrarmonnum at halda bóltinum yviri á íslendsku hálvuni – og aftaná 6-7 minuttaspæl gjørdu tvøroyrarmenn fyrsta málið. Mikil fagnaður millum áskoðararnar.
Men nú tóku teir álvaskjótu og kringu íslendsku frændurnir dýkið mikla í seg og alla tíðina, ið eftiri var av fyrsta hálvleiki, áttu teir spælið. Tvøroyrarmenn kendu einans hugsa um at verja seg. Og her vísti málmaðurin hjá tvøroyrarmonnum seg sum hin mætasta, sum á føroyskum leikvølli hevur verið. Tað var av sonnum ótrúligt so væl hann tók og skeyt bóltin frá málinum, men kortini fingu íslendingar 2 mál henda hálvleikin. KR hevði heilt og aldeilis yvirtakið í fyrra hálvleiki við ótali av atsóknum, men verja og málmaður vardu væl og virðiliga.
Í seinna hálvleiki spældu TB-arnir sum smádjevlar, heppaðir upp til roysnisbrøgd av áskoðarum: “Roynið tykkum nú, gevið á, skjót nú Jens Lyn, Eli, Sjarran, Emil, Mikkjal, Gunnar!!! osfr.” Nú tyktist kostirnir at hava skift og nú var tað TB, ið hevði mest av spælinum. Seinna hálvleik mentu tvøroyrarmenn seg, serliga í seinna partinum. Tað vóru íslendingar, sum nú vórðu skorðaðir, so tað ráddi um hjá teim at verja mót teim hørðu og sera spennandi álopum. Málmaður KR’s, óføra heppin og nærum ikki til at koma uttanum við bólti, var úti fyri tí óhappi at koyggja hondina í tí hann blakaði seg fyri ein bólt, og annar maður mátti koma ístaðin. Tvøroyrarmenn fingu í hesum harða stríðið teirra 2 mál; sigursmálið tá okkurt um 10 minuttir vóru eftir at leika og leyk so statt hesin leikur við 3-2 til Tvøroyri. Hann, ið hevur sæð dyst millum danir og sviar, arvafíggindarnar, sum teir skemtingarsamt kalla seg, veit, hvussu partarnir royna at “heppa” sínar menn upp við tilrópum, klokkum, trompetum, skrallum og alskyns ljóðgevandi amboðum. Spælarar siga, at tað líkafram gevur teimum veingir á teirra framferð móti málinum. Soleiðis her; áskoðararnir heppaðu og vóru við til at sigra.
TB-liðið hevur verið mannað nakað soleiðis: Poul Holm – Otto Mortensen, Thomas Michael Salmony, Jens Victor Mortensen, Erik Larsen, Mikkjal Houmann, Emil Niclasen, Eli Mortensen, Snæbjørn Mikkelsen, Jens Mohr Mortensen og Gunnar Petersen
Um kvøldið helt sóknarstýrið nátturða og veitslu fyri íslendingum í Tvøroyarar Klubba og aftaná varð dansað til kl. 2 á nátt.
Mikukvøldið 3. august segði Tvøroyri so farvæl við sínar gestir. Almenn veitsla varð hildin í Klubbanum. Har varð borðreitt uppá tað besta, sungið og talað og dansað til tann ljósa morgun – og so fáar tímar aftaná, kom “Tjaldur”. Íslendingar vórðu fylgdir á bryggjuna, tjóðsangirnir vórðu sungnir, hurrárópini dundu, og so legði “Tjaldur” frá við gestunum á teirra ferð til vitjan í Havnar bý.
Fríggjakvøldið 5. august var leikur í Tórshavn. Manningin á býliðnum var: Niels Juel Arge HB; Kjartan Nattestad B36, Jákup Jacobsen HB; Herluf Hansen HB, Niels Pauli Nolsøe HB, Dánjal Jákup Berg B36; Símun Poulsen HB, Richard Næss B36, Pauli Christiansen HB, Asbjørn Skarðhamar HB og Napoleon Nolsøe B36. Bæði Niels Pauli Nolsøe og Napoleon Nolsøe kundu sum fyrrverandi TB-arar havt umboðað tvørámenn.
Veðrið var av tí besta – blika logn og tá hornorkestrið hevði spælt báðar tjóðsangirnar, varð farið undir dystin. Fyrri hálvleikur varð harður og spælið reiðiliga javnt. Íslendingar vóru kanska ein mun kvikari og høvdu fult so gott samanspæl. Úrslitið av fyrra hálvleiki, 0-0, má sigast at geva mynd av leikinum. Framlopini vóru mong á bæði málini; men høvdu báðir partar hepnar málverjar.
Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá íslendingar gjørdu harða atsókn og fingu sítt fyrsta mál. Nú tóktust havnarmenn at linka, og vóru íslendingar meginpartin av seinna hálvleiki við yvirlutan. Teir fingu 2 mál afturat, og endaði leikur við vinningi fyri íslendingar 3-0.
Óivað høvdu íslendingar sigurin uppibornan, men havnarmenn spældu av tí besta og høvdu uppiborið at sloppið væl bíligari.
Aftaná leikin varð veitsla hildin fyri íslendsku gestunum. Um kvøldið varð skipað fyri veitslu í Sjónleikarhúsinum, og dagin eftir fór KR aftur til Íslands við Lyru. Millum íslendingarnar var aftur hesaferð kappin Björgvin Schram, sum seinni gjørdist formaður í Knattspyrnusambandi Íslands og átti sonin Ellert Schram, sum seinni gjørdi føroyingum lívið súrt á grasinum í Laugardali og tók við sum formaður hjá KSÍ og seinni ÍSI.
KR sendi, tá teir umborð á “Lyru” sóu Ísland, formanni Tvøroyrar Bóltfelags, Gunnar Petersen, soljóðandi fjarrit: “Idet vi ser vort Land, sender vi dig og Venner vore hjerteligste Hilsener med Tak for den uforglemmelige Modtagelse i Tveraa.”
KÍ-unglingar bastu KR-unglingum árið eftir
Summarið 1939 hevði HB eitt unglingalið úr KR Reykjavík á vitjan. Hesir unglingar høvdu í Reykjavík spælt 2-2 ímóti týska ferðamannaskipinum Steuben, sum hevði spælt 1-1 ímóti besta liðnum hjá B36, meðan teir lógu við bryggju í Havn. Venjari hjá íslendska unglingaliðnum var Sigurður Halldórsson, sum var við íslendska landsliðnum í Føroyum í 1930, meðan leikarin Guðbjørn Jónsson var venjari, tá KR vann íslendska meistaraheitið í 1965.
Fyrsta dystin leiktu HB-dreingir og KR 24. august. Íslendingar vunnu 2-0. Dagin eftir spældu íslendingarnir í Klaksvík – og tá vunnu klaksvíkingar.
KÍ-liðið, sum vann 2-0 á íslendingum: Petur Andreasen – Berthi Lydersen, Oluf Joensen – Eskild Joensen (síðani 1947 Norðbúð), Sam Jacobsen, Hjørleif Waag Høgnesen – Edvin Johannesen, Mourits Jacobsen, Jonhard Larsen, Sakaris Lydersen og Óli Joensen.
KR endaði í 1938 á 4. plássi, 2. plássi í 1939, 3. plássi í 1940, áðrenn liðið aftur vann meistaraheitið í 1941. Teir mistu sostatt ikki mótið, hóast snávingarsteinar í Føroyum.
