Góður seinni hálvleikur sendi H71 í hálvfinaluna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi steypakappingini kvinnur, bólkur 1
H71 – VÍF 28-26 (12-15)

Annað vikuskiftið á rað spældu kvinnurnar hjá H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. Hesaferð hevði dysturin meira at siga enn seinast, tí hetta var ein avgerandi dystur um, hvør kom í hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini.

VÍF var betri fyrsta part av dystinum. Tað gekk rímiliga lættliga hjá VÍF at spæla seg til møguleikar, og tað sá út til at hjálpa væl, at strikuspælarin Lise Marie Nesse Evensen var við aftur á liðnum, og tað lá væl fyri hjá Agnas Funn at finna hana á strikuni, og hon skoraði væl.

VÍF var framman fyri allan fyrra hálvleik, men munurin øktist ikki nakað serligt. Fyrstu løtuna av dystinum sá út til, at verjan hjá VÍF legði nógv fyri at steðga Mariu Halsdóttir Veyhe, sum er heilin í spælinum hjá H71. Men hon er ikki bara so at steðga, og tað eydnaðist henni sum vanligt at binda tveir verjuleikarar og antin spæla vinstra vong leysan ella spæla tunt yvir í høgru síðan, har serliga Elsa Egholm skoraði væl, tá ið hon í eyðkendum stíli leyp millum bakkin og vongin.

Tíverri fyri H71 brendu veingirnir báðir, Brynhild Pálsdóttir og Christina Arge, fleiri skot hjá góða málverjanum hjá VÍF, Idu Mai Nielsen, og tí kom VÍF hesi tvey trý málini fram um, sum vardu allan fyrra hálvleik.

Hjá VÍF var eisini stuttligt at síggja Agnas Funn, sum hóast hon er vorðin 33 ár, nakrar ferðir smeyg seg gjøgnum verjuna hjá H71, sum tyktist merkiliga spøk hendan fyrra hálvleikin.

Í hálvleikinum var støðan 15-12 til VÍF.


H71 byrjaði akkurát sum seinasta vikuskifti seinna hálvleik nógv betri enn VÍF, sum als ikki tyktist at vera komnar úr skiftirúminum fyrstu álopini. VÍF bæði misti bóltar og brendi skot hesa løtuna, og longu fimm minuttir inn í seinna hálvleik var H71 frammanfyri 16-15.

Venjarin hjá VÍF, Ingi Olsen, var honum so líkt, kvikur at taka leikbrá, men VÍF helt fram, at brenna skot, og nú stóð Rúna Larsen í málinum væl eftir at hava verið á beinkinum eina løtu móti endanum av fyrra hálvleiki.

Tað gjørdi eisini mun hjá H71, at Karin Egholm, sum nú var komin inn á høgra vong, skoraði upp á sínar møguleikar.

VÍF fekk ongantíð fatur á rætta endanum í seinna hálvleiki. Nakað bendir, at at orkan hjá eldru leikarunum, Duritu Christophersen og Agnas Funn, ikki ordiliga røkkur til ein heilan dyst, og tað er kanska ikki so løgið, serliga hjá Duritu, sum vorðin 39 ára gomul.

Eiit annað merkisvert var, at H71 hevði sera gott tak á vanliga toppskjúttanum hjá VÍF, Fríðu Nolsøe Olsen, sum einki mál skeyt í dystinum. Hon brendi eisini eitt brotskast

Í mun til seinasta dyst, so eydnaðist í dag VÍF at koma inn í dystin aftur. Verjan fekk betri takk, og VÍF slapp í nøkur av sínum eyðkendu skjótálopum, sum H71 sum heild hevði steðgað væl gjøgnum dystin.

Tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki javnaði Lise Marie Evensen av strikuni til 20-20. Nú fylgdust liðini eina løtu, og spenningurin í høllini øktist. H71 kláraði seg við javnleik, meðan VÍF skuldi vinna dystin. Momentum sá eisini út til at fella yvir til VÍF eina løtu, og tá ið 49 minuttir vóru spældir, legði Lise Marie Evensen VÍF fram um 23-22.

H71 javnaði skjótt aftur, og dysturin stóð nú og ivaðist hvønn veg hann skuldi koppa. Randil Larsen tók aftur nøkur týðandi skot, meðan málverjarnir hjá VÍF ikki fingu fatur á nógvum eftir steðgin. VÍF mátti hvíla Agnas Funn eina løtu, og beinanvegin stirnaði álopið hjá VÍF, og H71 kom fram um 25-23.

Agnas kom inn aftur, og nú fór Durita út at hvíla seg. Tá ið so báðar aftur vóru á vøllinum, var H71 framman fyri 26-24 og knappir fýra minuttir vóru eftir.

Tá ið farið var inn í seinasta minuttin var H71 frammanfyri 27-26, og VÍF mátti skora tvær ferðir fyri at koma í hálvfinalurnar. VÍF tók leikbrá fyri at leggja seinasta minuttin til rættis, men H71 verjan var stinn, og tá ið 15 sekund vóru eftir skoraði Maria Halsdóttir Veyhe til 28-26, og sendi hoyvíkskvinnur í hálvfinaluna í Faxe Kondi steypakappingini.

Fyri H71 skoraðu Maria Halsdóttir Veyhe og Elsa Egholm sjey mál hvør. Tað gjørdi Lise Marie Evensen hjá VÍF eisini.

Dómaraseðilin á hsf.fo

Endaliga stigatalvan Faxe Kondi kvinnur – bólkur 1

DystirVunnin málTapt málMunurStig
H7139974255
Kyndil38775125
VÍF38571142
VB350101-510