Gomlu læknahúsini í Klaksvík tikin í nýtslu aftur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Klaksvíkar Sjúkrahús skipaði fyri almennari móttøku í gjár, í sambandi við at gomlu læknahúsini í Klaksvík eru liðugt umvæld og tikin í nýtslu.

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, fegnast um at søguríka húsið í Klaksvík nú hýsir fyrisitingini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Landsstýriskvinnan segði millum annað soleiðis í røðuni hon helt til móttøkuna:

– Húsini hava verið ein týðandi partur av sjúkrahúsverkinum her í økinum, og nú fáa húsini eina nýggja og virðiliga uppgávu – at vera karmur um at fyrisita og menna Sjúkrahúsverkið.

Gamla læknahúsið hevur eina søgu, sum fevnir um eina góða øld. Frá 1923, tá húsið var bygt til læknabústað og viðtalu, til tað í dag er umbygt til eitt nýmótans fyrisitingarhús.