Arbeiðið við nýggjum tunlum til mjølgoymsluna hjá Havsbrún og frostgoymsluna hjá Bergfrost gongur væl, og væntandi verður liðugt at spreingja hesu megin jól, upplýsa arbeiðsleiðarar í Fuglafirði.
“Vit rokna við at spreingiarbeiðið fyri Bergfrost er liðugt um mánaðarskiftið november-desember,” segði Kári Viderø, arbeiðsformaður hjá byggifelagnum Articon.
“Spreingiarbeiðið í sambandi við tunlarnar hjá Havsbrún verður væntandi liðugt áðrenn jól,” legði hann afturat.
Havsbrún hevur eisini aðrar umfatandi útbyggingar í gongd í løtuni, har fóðurframleiðslan verður meir enn tvífaldað, upp í umleið 270.000 tons.
“Tær stóru útbyggingarnar sum fara fram í løtuni eru fyrst og fremst á fóðurdeildini, har vit byggja eina nýggja fóðurlinju – eina nýggja framleiðslulinju sum fer at klára næstan 130.000 tons afturat, soleiðis at vit koma upp á eina samlaðu framleiðslu orku uppá 270.000 tons,” segði Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún herfyri í einum filmi um vinnuumhvørvið í Fuglafirði.
Tilfarið úr tunlunum hjá Havbrún og Bergfrost verður m.a. brúkt at fylla út til eitt 10.000 fermetrar øki til eitt battarí av fóðursilo’um og 300 metrar av kaikanti framvið.
Samstundis er Fuglafjarðar Havn í gongd við at leingja Oljukaiina við 80m yvir ímóti bygninginum hjá Vónini.
“Hetta er gott grót og væl egnað til vegir og havnir,” viðmerkti Kári Viderø, “betri at arbeiða við enn tað bleyta grótið í Árnafirði.”