Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at beina avlopsfýrverk burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum. Tað skrivar IRF.

Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár. Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.

Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið, og hetta kann skaða starvsfólk, bilar og aðra útgerð.

Um størri nøgdir av fýrverki skulu beinast burtur, verða fólk biðin um at ringja til IRF. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss og annað at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.