Í gjárkvøldið stutt fyri middnátt íslendska tíð fór aftur at goysa norðan fyri Grindavík í Íslandi.
Hóast gosvirksemið er minkað munandi í nátt, fór bræðingin í morgun yvir um Grindavíkarvegin og Njarðvíkurrørleiðingina, sum veitir heitt vatn til Reykjanes. Vatn rennir tó framvegis gjøgnum leiðingina.
Runólfur Þórhallsson stjóri á stovninum fyri almannatrygd váttaði fyri íslendskum miðlum, at hóast Grindavíkurvegur og Njarðvíkurrørleiðingin eru raktar av grótbræðingini, so virkar undirstøðukervið framvegis. Grindavík var uttan steym eina løtu, men hevur fingið streymin aftur.
Fólk vóru í nátt flutt burtur frá Grindavík og Bláa Lóni. Grótbræðingini hevur tó ikki kós móti Grindavík, og serfrøðingar frá Veðurstovu Íslands siga, at gosið er munandi minni enn tað, sum var í august.
Borgarar í Íslandi verða mintir á at halda seg dagførdar um støðuna gjøgnum almennu tíðindasendingarnar.