B36 Varpið hósdagin kl 16 verður nakað ørvísi enn tað plagar. Fótbólturin liggur stillur, og tí hava vit nýtt høvið til at bjóða tveimum kendum HB’arum til eitt grannaprát í B36 Varpinum. Gestirnir eru Poul Michelsen og Jógvan Páll Lassen, og hetta skuldi borga fyri eini bæði lívligari og áhugaverdari sending.
Vit fara sjálvandi at práta um fótbólt í gomlum døgum, bæði í Gundadali, og í Føroyum sum heild. Eisini verður komið eitt sindur inn á landsliðsfótbólt tá á døgum, eins og teir báðir fara at fortelja søguna um tá Tórsvøllur gjørdist veruleiki. Og tað kundi kanska eisini hent, at onkur røvarasøga bleiv fortald.
B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.
B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.