,

Granska PMCV-virus í laksi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Granskingarráðið hevur játtað 1.250.000 krónur til eina Ph.D.-verkætlan um PMCV-virus, sum elvir til hjartaklovning hjá laksi.

Sjúkan gevur álvarsamar skaðar í hjartað og kann føra til høgt felli av stórum laksi beint áðrenn slakt, og tí er hon kostnaðarmikil fyri alivinnuna.

Gransking hevur longu staðfest, at ein føroyskur variantur av virusinum ger seg galdandi í føroyskum alibrúkum. Verkætlanin fer tí at kanna gomul sýni á goymslu hjá Starvsstovuni fyri at skilja upprunan og menningina av virusinum. Samstundis verður arbeitt við at nágreina smittuvegir, sum kann minka um títtleikan av hjartaklovningi í alivinnuni.

Eisini verður ein nýggjur kanningarháttur mentur, sum skal staðfesta virus í umhvørvissýnum, sum burðardygt alternativ til at taka lívið av fiskinum. Hetta skal lúka krøvini til nýggju málini um djóravælferð.

Maria Marjunardóttir Dahl stendur á odda fyri verkætlanini, sum verður framd í samstarvi við Bakkafrost, Hiddenfjord og MOWI, djóralæknar, ráðgevarafyritøkuna Avrik og granskarar frá NMBU og Nofima í Noregi.

Meginparturin av arbeiðnum verður gjørt á patologisku deild við Petru Elisabeth Petersen og Debes Hammershaimb Christiansen.