Rætturin í Gøteborg hevur givið umhvørvisaktivistinum Gretu Thunberg 2500 svenskar krónur í bót fyri at gera ímóti boðunum frá løgregluni.
Hendingin fór fram á havnalagnum í Malmø í farna mánaði, har Greta Thunberg saman við øðrum aktivistum sperraðu vegin fyri oiljubilum. Tá løgreglan kom á staðið og bað umhvørvisaktivistarnar um at sleppa sær burtur av økinum, vildu tey ikki gera, sum løgreglan segði, og endin varð, at løgreglan handtók millum annað Gretu Thunberg.
Í rættinum noktaði Greta Thunberg seg seka og segði, at gerir hennara vóru heimilaðar.
-Tað er rætt, at eg var har á hasum degnum, og tað er rætt, at eg fekk eini boð, sum eg ikki lurtaði eftir. Men eg nokti meg seka, segði Greta Thunberg sambært BBC.
-Eg haldi, at vit eru í einari neyðstøðu, sum er ein hóttan móti lívi, heilsu og ognum, segði Greta Thunberg í rættinum í Malmø í dag.