Tann 4. juli 2004 vann Grikkaland fyrsta – og higartil einasta – stóra steypið, tá liðið vann 1-0 á Portugal í finaluni um EM 2004, har 62.685 áskoðarar sóu dystin á Estádio da Luz í Lissabon.
Undan endaspælinum var Grikkaland avgjørt roknað millum veikastu liðini, har veddingarstjórar góvu teimum 80-1 og 150-1 at vinna.
Grikkaland fekk kortini eina góða byrjan, tá tað vann 2-1 á Portugal í byrjanardystinum. Portugal vann hinar báðar dystirnar og tók oddasessin í bólkinum, meðan Grikkaland endaði sum tveyari í bólkinum eftir 1-1 javnleik ímóti Spania og 1-2 tap fyri Russlandi.
Í frásáldingardystunum fann Grikkaland aftur stevið og vann fyrst 1-0 á verandi vinnarum, Fraklandi, fyri síðani at vinna 1-0 á Kekkia í evstu løtu í fyrra hálvleiki av longdu leiktíðini. Hinvegin vann Portugal seg í finaluna við at vinna brotssparkskappingina 6-5 (2-2) á Onglandi og eftir ein 2-0 sigur á Hollandi.
Í finaluni stýrdi Portugal meginpartin av spælinum og hevði fýra ferðir fleiri skot á máli enn grikkar, men dugdu ikki at ota seg ígjøgnum verjuna. Miðvallarleikarin Angelos Charisteas skoraði einasta málið í dystinum í 57. minutti, sum var beint ímóti dystargongdini og tryggjaði Grikkalandi fyrsta stóra steypið.
Undan bragdinum hevði Grikkaland bara vunnið seg tvær ferðir til eitt stórt endaspæl og tað var til EM 1980 og HM 1994, men megnaði í hvørgum førinum at vinna seg úr bólkaspælinum. Síðani tá vunnu teir seg til HM 2014, har liðið spældi seg í áttandapartsfinaluna umframt bólkaspælið í EM 2008 og fjórðingsfinaluna í 2012.
Griksku gudarnir ynskja kortini ikki at møta føroysku víkingunum, tí tvær ferðir hava Føroyar verið eitt haft um grikska akilleshælin, tá Føroyar fyrst vann 1-0 í Grikkalandi tann 14. november 2014 og síðani 2-1 á Tórsvølli tann 13. juni 2015.