Pápin at TB-litunum
Tað var Thomas Thomsen (1884-1962), sum var upphavsmaður til eyðkenda svarta-hvíta TB-búnan. TB spældi á fyrsta sinni í hesum búna í finaluni um von Mehren-steypið á ólavøku í 1914. TB vann tá triðja og avgerandi dystin um von Mehren-steypið, sum heilsølufyritøkan í skotska býnum Leith hevði latið føroyskum liðum at kappast. 400 áskoðarar sóu TB vinna 3-2, tá Óli Petersen skoraði sigursmálið ímóti dystarenda.
Thomas var burturstaddur í handilsørindum í Grimsby á slakar tríggjar mánaðir í 1913. Har fall hann fyri leikbúnanum hjá fótbóltsfelagnum í býnum – sum var – og framvegis er – meinlíkur TB-búnanum. Grimsby var í 1910 farið at spæla við svørt-hvítu litunum.
Thomas spældi sjálvur í TB, og var eisini formaður í felagnum árini frá 1909 til 1919. Hann tók ungur við sum stjóri í handilsfamiljufyritøkuni hjá Thomsen á Tvøroyri.
TB-búnin vakti ans í Daily Telegraph í Hull
Summarið 1937 legði trolarin úr Grimsby, Windward Ho, at bryggju á Tvøroyri, tí hann hevði trupulleikar við trolspælinum. Tann 4. juli sá manningin so dystin millum TB og B36. Tað var roknað sum eitt frálíkt úrslit fyri nýstovnaða árstalsfelagið, sum fekk ein 1-1 javnleik.
Onglendingarnir róstu eisini spælinum, stóra áhuganum millum áskoðararnir og hvussu ídnir leikararnir vóru, tá ið skiparin, T. Trindall, hevði samrøðu við Daily Telegraph í Hull. Teir høvdu eisini lagt merki til, at tað vóru ongi áskoðarapláss ella skiftingarrúm, men vøllurin var góður og grasvaksin. Leikararnir møttu í búnanum og í steðginum góvu leikararnir sær stundir til at tosa við áskoðararnir, sum komu inn á vøllin. Kortini var tað serliga TB-búnin, sum vakti ans, tí hann líktist búnanum hjá heimbýarfelagnum Grimsby Town, sum tá var eitt topplið í Onglandi.
Eftir dystin noyddust tveir TB-leikarar at gera skjótt av, tí teir arbeiddu á verksmiðjuni Mekanik, sum skuldi umvæla trolspælið.
Keldur:
Teir reystastu dreingir í Norðum (Suni Merkistein)
Føroyatíðindi 28. august 1937