Grønland fær ikki limaskap í altjóða fótbólti á hesum sinni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Grøndlendska fótbóltssambandið, KAK, verður ikki limur í Conacacaf á hesum sinni. Tað kunngjørdi KAK sambært Sermitsiaq á Facebook í gjárkvøldið.

Tey 41 limalondini í fótbóltsambandinum fyri Norðuramerika, Miðamerika og Karibia avgjørdu einmælt at vrakað upsóknini úr Grønlandi, sum var send fyrst í árinum

KAK sendi umsóknina inn við vónini at gerast limur í Concacaf. Ein góðkenning hevði sambært Sermitsiaq givið Grønlandi betri møguleikar at menna fótbóltin og spæla fleiri altjóða dystir.

Formaðurin í KAK, Kenneth Kleist, sigur í eini fráboðan, at tey fara at brúka næstu 24 tímarnar til at eftirmeta støðuna og leggja ætlanir, hvat nú skal henda.

Hann leggur dent á, at avgerðin er eitt bakkast fyri fótbóltsdemokratiið og heldur fram:

– Hetta ger ikki fótbóltin atkomuligan fyri øll í heiminum, og tað vísir, at smærri tjóðir hava stórar avbjóðingar fyri at sleppa at kappast undir egnum flaggi, sigur Kenneth Kleist.