Sendingin Stjórnin verður send beinleiðis á FM1 í dag klokkan 17. Eftir røttum skuldi sendingin verið send í gjár, men av streymsliti bar ikki til at senda sendingina.
Í Stjórnini í dag verður serliga tosað um støðuna í Grønlandi og í ríkisfelagsskapinum, nú komandi amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá, at hann ætlar at fáa ræði á Grønlandi, og møguliga brúka hermegi
Í rásarúminum vitja Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Ejdesgaard og Heðin Zachariasen. Árni Gregersen er vertur í sendingini.