Í gjár og seinni í gjárkvøldið blivu tvey fólk funnin í Nuuk-økinum í Grønlandi, eftir at tey vórðu eftirlýst leygarkvøldið. Bæði eru sjálátin.
Talan er um ein mann og eina kvinnu. Kvinnan varð funnin í gjár seinnapartin, meðan maðurin bleiv funnin sunnukvøldið, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.
Løgreglan í Grønlandi fekk eina áheitan leygarkvøldið, tí stúrt var fyri, at hesi bæði fólkini vóru í trupulleikum. Tey skuldu eftir ætlan verið komin aftur til Nuuk, eftir at tey høvdu verið ein túr og fiska í fjørðinum, men tey komu ongantíð heim aftur.
Kanning bleiv sett í verk, og bæði skipini hjá Arktisk Kommando tóku lut í leitingini. Eisini tyrla frá Air Greeland, eitt franskt hernaðarflogfar og bátar hjá løgregluni vóru við í leitingini, ið bleiv avblást, tá maðurin varð funnin í gjárkvøldið.