Grótbræðing rakt parkeringspláss við Bláa Lónið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Grótbræðingin sum rennur frá eldgosinum á Reykjanes í Íslandi rakti í dag parkeringsplássið við kenda frítíðarstaðið Bláa Lónið. Eisini kom eldur í umsitingarbygningin. Tað skrivar RUV.

Bræðingin fór upp um verjugarðarnar, sum leiða bræðingina burtur frá bygdum økið. Tað eydnaðist tó skjótt at beina bræðingina aftur á rætta kós.

Á myndin sæst, hvussu verjugarðar stýra grótbræðingini

Tað var í gjárkvøldið stutt fyri middnátt íslendska tíð, at tað fór aftur at goysa norðan fyri Grindavík í Íslandi.

Hóast gosvirksemið minkaði munandi í nátt, fór bræðingin í morgun yvir um Grindavíkarvegin og Njarðvíkurrørleiðingina, sum veitir heitt vatn til Reykjanes. Vatn rennir tó framvegis gjøgnum leiðingina.

Fólk vóru í nátt flutt burtur frá Grindavík og Bláa Lóni. Grótbræðingini hevur tó ikki kós móti Grindavík, og serfrøðingar frá Veðurstovu Íslands siga, at gosið er munandi minni enn tað, sum var í august.

Borgarar í Íslandi verða mintir á at halda seg dagførdar um støðuna gjøgnum almennu tíðindasendingarnar.