Kvívíkar kommuna bjóðar nú níggju grundøki, sum tilsamans eru 4.805 fermetrar, til sølu til bústaðarbygging.
Talan er um níggju grundøki í Ovara Gerði í Leynum. Økið er ætlað til sethús við í mesta lagi tveimum íbúðum, og við serloyvi kunnu byggjast tvíhús, raðhús, ketuhús ella líknandi.
Grundøkið verður selt undir einum. Prísurin er 500 krónur fyri fermeturin.
Áhugað verða biðin um at leggja fram eitt uppskot um byggiskipan og byggitíðspunkt. Kommunan leggur dent á fjølbroyttar bústaðarstøddir, gott útsýni og atlit til umhvørvið.
Kommunan kann velja tað boðið, ið hóskar best, og hevur ikki skyldu at taka av nøkrum boði.
Grundøki er her (Kort: foroyakort.fo)



