Manchester City kunngjørdi í gjár, at Pep Guardiola hevur skrivað undir ein nýggjan tvey ára sáttmála við felagið. Tað merkir, at hann verður verandi hjá felagnum til juni 2027.
Í eina tíð hevur ljóðað, at venjarin við góðu úrslitunum ikki fór at halda fram eftir hetta kappingarárið, og hann viðurkennur eisini, at hann umhugsaði at gevast eftir hetta kappingárið.
Við hesi avtaluni eru allar spekulatiónir um framtíðina hjá Pep Guardiola ruddaðar burtur, og tá ið nýggi sáttmálin gongur út í 2027 hevur hann verið 10 ár í felagnum.
– Hetta er níggjanda kappingarárið hjá mær her, og vit hava havt nógvar fantastiskar løtur saman. Eg havi eina serliga kenslu fyri hesum felagnum, segði kendi venjarin við heimasíðuna hjá Manchester City.
Pep Guardiola tók yvir hjá Manchester City 1. juli 2016, tá ið hann avloysti Manuel Pellegrini. Síðan tá hevur hann vunnið 18 stór steyp við felagnum, millum Premier League seks ferðir. Kappingarárið 2022/23 vann Manchester City “The treble”, sum er UEFA Champions League, enska meistaraheitið og enska steypakappingin.