Samuel Chukwudi og René Shaki Joensen hava givið avboð til landsdystirnar ímóti Georgia og Gibraltar.
Báðir hava smávegis skaðar at dragast við, og verða ikki nógv birgir til landsdystin móti Georgia og HM undankappingardystin móti Gibraltar, sum verður á Tórsvølli týsdagin 9. juni.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Gullbrandi Øregaard, sum spælir fyri Sandnes Ulf í Noregi, og Martin Agnarsson, ið hevur sína dagligu gongd í Aarhus Fremad í Danmark.
Tíðliga í morgin setir føroyska manslandsliðið kós ímóti georgiska høvuðsstaðnum, Tblisi, har Georgia og Føroyar hittast í venjingardysti hósdagin.
Venjingardysturin millum Georgia og Føroyar verður á Dinamo Arena hósdagin 5. juni klokkan 17:00, og týsdagin 9. juni klokkan 19:45 møtast Føroyar og Gibraltar á Tórsvølli.
Hópurin
- Bárður á Reynatrøð, Víkingur
- Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
- Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
- Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
- Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
- Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
- Odmar Færø, KÍ Klaksvík
- Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
- Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
- Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
- Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
- Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Noreg)
- Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
- Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
- Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
- Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
- Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
- Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
- Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
- Poul Kallsberg, Víkingur
- Petur Knudsen, NSÍ Runavík
- Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
- Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík