Gunnvá Guttesen nýggjur varastjóri í Landssjúkrahúsinum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur gjørt av at seta Gunnvá Guttesen sum varastjóra á Landssjúkrahúsinum. Gunnvá Guttesen verður samstundis partur av leiðsluni fyri samlaða Sjúkrahúsverkið.

Gunnvá Guttesen er 52 ára gomul, varð útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1997 á Bispebjerg Hospital og hevur starvast í føroyska heilsuverkinum síðani 2001. Hesi árini hevur Gunnvá Guttesen verið bæði varaleiðari og deildarleiðari á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, umframt at hon sum verkætlanarfólk var við at verkseta talgildu heilsuskipanina í Føroyum.

Seinastu fimm árini hevur Gunnvá Guttesen verið depilsleiðari á Medisinska deplinum og eigur ein týðandi leiklut í stóru menningini av størsta deplinum á Landssjúkrahúsinum.

– Nýggi varastjórin hevur eina breiða vitan um Sjúkrahúsverkið, hevur góðar leiðsluførleikar og dugir væl at fáa fólk við. Hetta eru góðir eginleikar at hava í arbeiðinum at sameina Sjúkrahúsverkið, sigur Landssjúkrahúsið

Gunnvá Guttesen tekur við starvinum sum varastjóri tann 1. juni 2023.