Tann 4. juni 1950 vann Ungarn 5-2 á Póllandi í einum venjingardysti. Tað var fyrsti dystur av 31, tá Ungarn setti eitt ósigrað met fram til HM-finaluna í 1954 í Bern.
Frammanundan átti Skotland metið, tá liðið spældi 22 landsdystir á rað uttan at tapa. Ungarn javnaði metið tann 15. november 1953, tá teir spældu 2-2 ímóti Svøríki í einum venjingardysti. Kortini vóru langt frá allir dystir venjingardystir, harímillum teir fimm dystirnir, tá Ungarn vann OL í 1952. Gylta Liðið vann finaluna 2-0 á Jugoslavia. Teir vunnu eisini Central European Cup í 1953, har hini luttakandi liðini vóru Italia, Eysturríki og Tjekkoslovakia.
Ungarska metið var komið upp á 27, tá liðið byrjaði HM-kappingina 1954 í Sveits og teir øktu beinanvegin um metið við bólkasigrum á Suðurkorea (9-0) og Vesturtýsklandi (8-3). Álopsparið Sándor Kocsis og Ferenc Puskás stjórnaðu ungarska liðnum til sigurs ímóti tveyaranum frá 1950, Brazil, og vinnaranum frá 1950, Uruguay, áðrenn liðið aftur møtti Vesturtýsklandi í finaluni og tapti 2-3.
Ósigraða gongdin hjá Ungarn var met í 55 ár, tá Spania spældi 33. ósigraða landsdystin á rað tann 14. juni 2009. Spania legði tveir dystir afturat, men í oktober 2021 setti Italia nýtt met við 37 ósigraðum dystum á rað frá oktober 2018.