Vasilis Hatzipanagis var føddur 26. oktobur 1954 í Tashkent. Foreldrini vóru vinstravend politisk flóttafólk úr ávikavist Grikkalandi og Kýpros, sum vóru flýdd undan borgarakríggi, har tey funnu saman við øðrum samhugaðum kommunistum úr Sovjetsamveldinum. Avleiðingin av griksku kollveltingini varð, at ríkisborgararætturin hjá øllum, sum vóru undir illgruna fyri at hava barst ímóti griksku stjórnini, varð strikaður í 1947 og vórðu bannaði at koma aftur til Grikkalands. Bannið fevndi eisini um foreldrini hjá Vasilis, og sostatt vaks drongurin upp í einum tjóðskaparligum gráum øki.
Tíðliga gjørdist greitt, at Hatzipanagis var evnaríkur sum fáur. Hann dugdi sera væl at lesa spælið og dugdi væl at undirhalda. Einaferð segði hann við ein tíðindamann: “Tá eg síggi verjuleikarar framman fyri mær, so havi eg hug at dribbla rundan um hvønn einasta av teimum.” Skjótt varnaðust feløgini í grannalagnum, at talan var um ein gimstein, men tað var Pakhtakor Tashkent FK, sum eisini var einasta felag, sum umboðaði Usbekistan í fremstu í Sovjetsamveldinum, ið fekk undirskriftina frá tannáringinum.
Ítróttarlógin í Sovjetsamveldinum var púra greið: Skuldi ein leikari spæla í fremstu deildini, skuldi hann hava ríkisborgararætt í Sovjetsamveldinum. Hatzipanagis gjørdist tískil sovjetiskur borgari og tað fekk seinni avleiðingar fyri Hatzipanagis í landsliðshøpi.
Longu sum 17-ára gamalur spældi Hatzipanagis á besta liðnum og hann vísti seg beinanvegin fram á vøllinum við dirvi og framúr góðum drbliførleikum. Tá ið hann var upp á sítt allarbesta, varð hann mettur sum næstbesti vinstri vongurin í Sovjetsamveldinum, har bara ukrainski Oleg Blokhin var betri. Seta vit tað í ein størri samanhang, so gjørdist Blokhin bæði besti málskjúttin á landsliðnum og í landskappingini yvirhøvur, og varð kosin ársins sovjetiski leikari í trimum av teimum fýra kappingarárunum, sum Hatzipanagis spældi í gula og bláa búnanum hjá Pakhtakor.
Skjótt fekk ungi usbesiski-grikkin landsliðsboð og fekk møguleika at spæla fyri upprunaliga heimlandið í undankappingini til OL í Montreal í 1976, hóast hann leikti fyri eitt miðal felag. Hatzipanagis stórspældi frá byrjan av og fekk eisini eitt byrjanarmál, tá ið Sovjetsamveldið vann 3-0 á Jugoslavia. Hann spældi tríggjar dystir afturat í undankappingini, men var ikki við í hópinum, sum vann bronsuheiðursmerki í Montreal og enn einaferð vóru politiskar rembingar orsøkin.
Miðskeiðis í 1970-árunum varð demokratiska Grikkaland, sum vit kenna tað í dag, stovnað, og fyri Hatzipanagis og familju hansara í utlegd merkti tað eitt: Tey kundu fara heim.
Avgerðin hjá unga stjørnuleikaranum fekk onga undirtøku í Sovjetsamveldinum. Øll bønaðu Hatzipanagis um at verða verandi og fortaldu honum ferð eftir ferð, at hansara ónatúrligu førleikar vóru langt oman fyri støðið í grikskum fótbólti, men vongurin lat seg ikki ávirka.
Í 1975 skrivaði Hatzipanagis undir við lítla felagið í Thessaloniki, GS Iraklis, og har varð hann verandi. Hann hevði ongan ordiligan leikaraumboðsmann í Grikkalandi og lat seg lumpa – skrivaði undir sáttmála við Iraklis úr Thessaloniki, sum heldur ikki taldist millum teirra heilt stóru feløgini í landinum. Tað var ein sertreyt í sáttmalanum, sum loyvdi Iraklis at hava rættindi til Vasilis í samfull 12 ár – í roynd og veru alla fótbóltslívsleiðina. Tey 15-arini, sum hann spældi á vinstra vonginum fyri felagið, fingu seinni heitið “Árini hjá Vasilis”. Sambært liðfeløgum og fjepparum var hann “hin fullkomna stjørnan”.
Á heimkomu sínari varð Hatzipanagis heiðraður sum ein homerisk hetja. Kaftanzoglio leikvøllurin í Iraklis var stúvstappaður við bláum og hvítum fjepparum, sum ynsktu at síggja nýggja grikska gandakallin.
Alt ov fá sjónbond eru til av Hatzipanagis, men á YouTube ber til at síggja einstøk brot av evnaríka leikaranum. Bara í kappingarárinum 1982-83 skoraði hann sjey mál beinleiðis úr horna og hann minti ikki sørt um George Best ella Garrincha. Fleiri stórfeløg vístu honum áhuga, harímillum Stuttgart, Porto, Lazio og Arsenal, men hvørja ferð eitt felag spurdi seg fyri, men treki forsetin í Iraklis vildi ikki selja sterkasta leikaran – ikki bara í felagnum men í allari griksku kappingini. Sáttmáli hansara var eisini settur saman soleiðis, at Hatzipanagis kundi ikki mótmæla, men tað hevði verið stuttligt at sæð hann í einari betri deild.
Hatzipanagis vann bara eina steypakapping við Iraklis, sum hann leikti fyri líka til hann setti gaggurnar á hillina í 1991… og hesin ótrúligi bóltsnillingurin og dribblarin, sum eisini skoraði 8 mál upp á beinleiðis hornaspørk, gjørdist ongantíð ordiliga kendur uttanfyri Sovjet og Grikkaland, sum hann annars hevði fult uppiborið.
Svenski Agne Simonsson, ið skoraði í HM-58 finaludystinum ímóti Brasilia og leikti við Real Madrid, var venjari hjá Hatzipanagis í Iraklis. Svenskarin metti langhærda álopskenda miðvallaran at vera millum tíggju teir bestu fótbóltsleikararnar í søguni.
Kappingarárið 1983-84 endaði Iraklis á 3. plássi við 42 stigum, har bara meistararnir úr Panathinaikos (46 stig) og tveyarin Olympiakos (43 stig) vóru betri. Avgerðin fall á 20. leikdegnum, tá Iraklis spældi 2-2 ímóti Panathinaikos í Thessaloniki. Hatzipanagis skoraði 12 mál og gjørdist 4. Besti toppskjúttin, hóast hann spældi sum álopssinnaður miðvallarleikari.
Í 1984 varð hann boðin at spæla í einum vælgerðardysti saman við eitt nú Franz Beckenbauer, Mario Kempes, Hugo Sánchez og Ruud Krol, men størsti heiðurin var at vinna eitt gullheiðursmerki í grisksku steypakappingini í 1976. Hatzipanagis og Iraklis gjørdust eitt. Tey fingu avgerandi týdning fyri hvørt annað. Beinanvegin vísti Vasilis seg at vera lyklaleikari og skjótt vóru boð eftir honum frá landsliðnum hjá Grikkalandi.
Í landsliðshøpi var lagnan eisini hørð, tí tá hann vendi aftur til Grikkalands í 1976, fekk hann beinanvegin landsliðsboð til venjingardystin ímóti Póllandi í Athen, men stutt eftir fekk hann boð um, at hann ikki hevði heimild til at spæla fyri Grikkaland orsakað av, at hann hevði umboðað Sovjetsamveldið í OL-høpi. Hann slapp ongantíð aftur í griksku landsliðsblusuna. Hann kundi staðfesta, at hann var føddur í skeivum landi.
Vasilis kundi ikki leika við bláu griksku troyggjuni fyrr enn í 1999, tá ið FIFA-lógirnar gjørdust linari og sum heiðurstekin frá fótbóltssambandinum, fekk hann, sum 45 ára gamal, 20 minuttir í venjingardystinum ímóti Ghana.
Grikski sorgarleikurin endaði kortini væl, tí í 2003 heiðraði UEFA honum saman við eitt nú Bobby Moore, Just Fontaine, Ferenc Puskás, Johan Cruyff og Eusébio í sambandi við, at UEFA fylti 50 ár. Hann varð tá kosin Gylti leikarin hjá Grikkalandi seinastu hálvu øldina. Endiliga varð hann viðurkendur sum aðrar stjørnur. Hatzipanagis heldur, at tað var synd, at hann ongantíð fekk møguleikan fyri at royna seg í einari sterkari kapping felag ella av álvara í landsliðsfótbólti, men kortini var lagnan honum blíðari enn nógvum vinmonnum í barndómsfelagi hansara. Tann 11. august 1979 stoyttu tvey flogfør saman á 10.000 metrahædd, tá ið teir í Pahtakor Tasjkent vóru á veg til ein landskappingardyst í Minsk. Hatzipanagis, sum framvegis býr í Thessaloniki, vitjar týðum føðibýin, har hann framvegis verður mintur og tilbiðin. Hann vitjar altíð kirkjugarðin í býnum, har hann vísir virðing fyri falnu liðfeløgunum og vinmonnunum úr Pakhtakor.
Høvuðskelda: Ivan Eginsson Eysturland