Fimta og avgerandi FM-finalan í bestu mansdeildini í hondbólti millum Kyndil og H71 verður spæld í høllini á Hálsi í Havn klokkan 18.00 í kvøld.
Kyndil hevði møguleikan, at gerast føroyameistari, tá ið fjórða finalan var spæld í Hoyvík mikukvøldið. Men unga liðið hjá H71 vann greitt greitt 34-31 , og harvið er ein fimta finala neyðug fyri at finna føroyameistaran 2025
Kyndil er við 30 meistaraheitum mest vinnandi felagið í føroyskum manshondbólti. Men áður so sigursvanda liðið, hevur ikki verið meistari í átjan ár.
H71 hevur verið meistari 8 ferðir síðan 2009, og hevur vunnið seks av seinastu sjey meistaraheitunum.
Lagt er upp til eitt veruligt brak í høllini á Hálsi í kvøld.
FM-finalur í Burndeildini menn
- Fríggjadagur 19. apríl: Kyndil – H71 28-29 (13-12)
- Hósdagur 24. apríl: H71 – Kyndil 31-33 (18-17)
- Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71 28-23 (17-14)
- Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil 34-31 (19-13)
- Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00