Í kvøld klokkan 19 spæla kvinnurnar hjá H71 móti grikska liðnum PAOK í 3. umfari í EHF European Cup. Dysturin er í Hoyvíkshøllini.
H71 skal væntað sær harða mótstøðu í hesum báðum dystunum, tí grikska liðið hevur nógvar royndir í Evropa, og kom í 2020/21 í fjórðingsfinaluna í European Cup.
Feløgini eru vorðin samd um, at báðir dystirnir verða spældir í Føroyum. Seinni dysturin verður spældur sunnukvøldið klokkan 19.
Hetta er fyrstu ferð, at evropeiskur hondbóltur verður spældur í høllini í Hoyvík. Higartil hevur H71 spælt sínar evropeisku dystir í høllini á Hálsi, tí at høllin í Hoyvík ikki hevur verið góðkend til evropeiskar dystir. Tann góðkenningini kom upp á pláss herfyri.
Í sambandi við dystirnar skipar H71 fyri fjepparatiltakið til báðar dystirnar. Í dag frá klokkan 16 og sunnudagin frá klokkan 17.
Í øðrum umfari vann H71 lættliga móti Cyview Developers Latsia av Kypros. H71 vann teir báðar dystirnar so greitt sum 50-14 og 41-21.
Mynd: H71