H71 føroyameistari hjá U18 dreingjum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

U18 dreingirnar hjá H71 gjørdust í gjárkvøldið føroyameistarar. Í avgerandi dystinum í høllini í Vestmanna vann H71 34-28, eftir hálvleiksstøðuna 14-17.

Undan dystinum vóru liðini jøvna á stigatalvuni við 14 stigum hvør.

VÍF hevði munin eina løtu í fyrra hálvleiki, men fyri hálvleik kom H71 fram um, og veruligur spenningur kom ongantíð afturí dystin, og harvið er H71 føroyameistari hjá U18 dreingjum.


Dómaraseðilin frá dystinum