,

H71 í finaluna eftir góðan seinna hálvleik

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi Steypakappingin Menn, seinna hálvfinalan
H71 – KÍF 22 – 18 (9 – 13) (Samanlagt 45-39)

H71 er annað liðið í steypafinaluni í manshondbólti. Tað gjørdist greitt, tá ið H71 í Hoyvíkshøllini í kvøld vann seinnu hálvfinaluna 22-18 móti KÍF. H71 vann eisini fyrru hálvfinaluna, og harvið ein greiðin samanlagdan sigur.

KÍF var betri liðið í fyrra hálvleiki og førdi 9-13 í hálvleikinum. Tíðliga í seinna hálvleiki førdi KÍF 10-15. Men so steðgaði fullkomuliga upp hjá KÍF, sum bara skoraði trý mál seinastu 27 minuttinar av dystinum, og so var lætt hjá H71 at vinna dystin.


Hoyvíkshøllin var fullsett, og ungir viðhaldsmenn hjá H71 og reyði múrurin úr Kollafirði gjørdu sítt til at lyfta huglagið í lítlu fjálgu Hoyvíkshøllini, og lagt var upp til eitt ordans brak.

Tá ið hesi bæði liðini spældu FM-finaluna seinasta kappingarár, var nógv tosað um gamla liðið hjá KÍF og unga liðið hjá H71.

Hetta kappingarárið, hevur H71 aftur eitt nýtt ungt lið, og liðið hjá KÍF er framvegis gamalt. Um tað var tað, sum gjørdi sína ávirkan í dag, er ilt at siga.

KÍF megnaði als ikki at finna góðu taktirnar frá fyrra hálvleiki aftur í seinna hálvleiki. Orkan sá út til at ganga undan, og KÍF spældi ein sera vánaligan seinna hálvleik og skutu sjáldsama nógv skot upp um og við síðuna av málinum.

Fríði Weyhe, sum endaði fyrra hálvleik við at hamra fleiri langskot í málið, var als ikki líka sjónligur í seinna hálvleiki. Rasmus Søby er heldur ikki tann sami, sum hann einaferð var, og hoyvíkingar lótu hann bara koma heilt inn undir verjuna, tí hann er fullkomuliga givin at skjóta úti frá.

Álopið hjá KÍF stirnaði. Tað hjálpti heldur ikki hjá teimum at spæla sjey móti seks, tí H71 kastaði nakrar ferðir í tóma málið.

Hjá H71 riggaði illa í fyrra hálvleiki. KÍF gjørdi alt fyri at steðga Brian Slyne, og tað riggaði væl. Heldur ikki Rókur Ziskason spældi sín besta dyst, og tá ið veingirnir brendu fleiri skot móti sera væl bjargandi Milenko Jelic Jelkan í málinum hjá KÍF, so gekst illa hjá H71.

Men H71 hevur á beinkinum ein av bestu venjarum, sum vit hava havt her á Føroyalandi. Mark Lausen-Marcher veit, hvat hann ger, og tá ið KÍF hótti við at avgera dystin tíðliga í seinna hálvleik, tók hann leikbrá. Hann tordi eisini at taka Brian Slyne út eina løtu, og tað hjálpti.

Serliga tveir leikarar gjørdu mun hjá H71. Tað vóru teir báðir Høgnarnir, Heinason og Højsted, sum vístu seg veruliga sum avgerandi leikarar í dystinum.

Serliga stuttligt var, at síggja, hvussu dagsins leikari, Høgni Heinason við sínum róliga verumáta og tolna spæli kortini megnaði at vera ágangandi og avgerandi fyri, at H71 kom inn í dystin aftur.

Móti endanum av dystinum var als eingin ivi um úrslitið. Reyði múrurin úr Kollafirði tagnaði, meðan ungu viðhalsmennir hjá H71 í ovfarakati og við berum yvirkroppi hoppaðu og róptu, nú teirra menn komandi leygardag skulu spæla fyrstu steypafinaluna í nýggju høllini við Tjarnir.

Faxe Kondi Steypakappingin Menn, seinna hálvfinala
H71 – KÍF 22 – 18 (9 – 13) (Samanlagt 45-39)

H71:

  • Høgni Heinason 7
  • Sakaris Sakarisson 4
  • Brian Slyne 3
  • Høgni Højsted 2
  • Rókur Ziskason 2
  • Jón Rói M. Høgnesen 1
  • Hans Kári Hansen 1
  • Jákup Egholm 1
  • William Napoleon Djurhuus 1
  • Torstein Sivertsen
  • Louis Christy
  • Ingi Johannesen
  • Haraldur Karlsson
  • Ári Jógvansson Olsen
  • Jón Eyðunsson Midjord
  • Jógvan Andreas Lamhauge

Útvísingar: Brian Slyne: 1

KÍF:

  • Fríði Weyhe 7
  • Rúni Joensen 4
  • Tóki Friðriksson 3
  • Bárður Dam 2
  • Emil Nielsen 1
  • Nicklas Selvig 1
  • Rói Borum Davidsen
  • Karstin í Húsinum
  • Milenko Jelic Jelkan
  • Tony Hammer Weyhe
  • Tórur Joensen
  • Mikkel Vinther
  • Rasmus Søby
  • Rógvi Weyhe
  • Leivur Joensen

Útvísingar: Tóki Friðriksson: 1, Rúni Joensen: 1, Jón Suni Kjærbæk: 1

Dómarar: Jógvan Skeel og Thomas Juul Thomsen