, ,

H71 kvinnur vunnu knúsandi 50 – 14 sigur ímóti C.D. Latsia

Skrivað

Heidi Lindenskov Róadóttir

Dagfesting

Hoyvíkskvinnurnar spældu ársins fyrsta evropeiska dyst, tá ið C.D. Latsia vitjaði í høllini á Hálsi leygarkvøldið. H71 vóru greitt omanfyri kýprosbúgvarnar, og verjan hjá H71 forðaði fyri næstan øllum royndum frá gestunum. Rúna J. Larsen og Maria Beder stóðu væl í málinum.

Í hinum endanum skoraðu hoyvíkskvinnurnar frítt, serliga við skjótálopum. H71 skoraði seks mál, áðrenn gestirnir fingu sítt fyrsta mál. Við hálvleik var støðan 24-6 til H71.

Gestirnir høvdu bert sjey útileikarar, og ein fekk reytt kort eftir tríggjar minuttir. H71 økti leiðsluna til 35-9 og endaði við at vinna 50-14.

Málskjúttar hjá H71: Guðrið B. á Borg (10 mál), Karin Egholm (8 mál), Inga M. Joensen (6 mál), Christina Arge (5 mál), Maria H. Weyhe (4 mál), Elida Joensen (4 mál), Karina D. Heinesen (3 mál), Tóra Róadóttir (3 mál), Elsa Egholm (2 mál), Anna E. H. Weyhe (2 mál), Lukka Arge, Lea S. Brockie og Sofie Kornelius.

Bjargingar hjá H71: Rúna J. Larsen (6/11 = 55%) og Maria Beder (12/20 = 55%).

Onnur uppgerð verður í kvøld, 13. oktober, klokkan 19 í høllini á Hálsi.

Til ber at stroyma dystin her