H71 lættliga í hálvfinaluna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Burndeildin, fjórðingsfinala
H71 – Neistin 32-24 (15-13)

Menninir hjá H71 vóru rættiliga stórir favorittar áðrenn fjórðingsfinaluni í høllini í Hoyvík í gjárkvøldið, og teir livdu upp til leikleiklutin sum favorittar.

Fyrstu tíggju minuttirnar leikaði javnt á, men so kom H71 nøkur mál fram um, og heilt fram til tíggju minuttir vóru eftir, var H71 umleið tvey trý mál frammanfyri. Seinastu tíggju minuttirnar økti H71 og vann at enda greitt 32-24.

Hjá H71 var veteranurin Tóraldur Kollsker aftur í málinum eftir nógv ár, og hann hevði nakrar týðandi bjarginar.

Toppskjútti hjá heimaliðnum var Jákup Egholm, sum skoraði 7 mál, harav 6 við brotskasti. Brian Slyne, Høgni Heinason og Jón Rói Høgnesen skutu eisini fleiri mál.

Fyri Neistan var Karl Martin Olsen toppskjútti við 6 málum. Lýðar í Dímun og Andras Joensen skutu 5 mál.

Í hálvfinaluni skal H71 spæla móti VÍF. Fyrsta hálvfinalan er í Vestmanna, onnur í Hoyvík, og ein møgulig triða finala verður í Vestmanna.

Júst H71 og VÍF verða av teimum flestu mett at vera tey bestu liðini í landskappingini. Tey møttust eisini í steypafinaluni, og tá vann H71 rímiliga greitt. Tað er helst ikki ov nógv at siga, at vinnarin av hálvfinaluni millum VÍF og H71 verður favorittur í finaluni.

Sunnudagin skal StÍF og KÍF hina fjórðingsfinaluna. Vinnarin spælir í hálvfinaluni móti Kyndli.