H71 hevur aftur í ár meldað menn og kvinnur til evropeiskan hondbólt, og nú hevur lutakastið verið.
Menninir skulu spæla spæla ímóti RK Konjuh úr Bosnia í 2. umfari í European Cup. Dystirnir hjá monnunum skulu spælast 11-12.oktober 2025 og 18.-19. oktober 2025.
Kvinnurnar møta Cabooter Fortes Venlo úr Niðurlondum somuleiðis í 2. umfari í European Cup. Kvinnurnar spæla 27.-28 september og 4.-5. oktober 2025.
H71 ferð nú undir samráðingar at fáa báðar dystirnar spældar sama stað.