H71 nærum tryggjað sær annað plássið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin kvinnur
VÍF – H71 31-32 (14-17)

Kvinnurnar hjá H71 vunnu dystin um annað plássið móti VÍF í høllini í Vestmanna í dag.

Hóast úrslitið 31-32 bendir á ein javnan dyst, so var ongantíð veruliga spennandi í seinna hálvleiki, tí H71 helt seg alla tíðina framman fyri við nøkrum málum, og VÍF spældi heilt einfalt ikki nóg væl til veruliga at hótta H71, sum heldur ikki spældi nakran góðan dyst.

Dysturin byrjað annars við fullari ferð og málini rapaðu inn í báðum endum. 8-8 var støðan, tá ið tólv minuttir vóru spældir, men so tyktist orkan, serliga hjá VÍF, at ganga undan.

Seinasta partin av fyrra hálvleiki gjørdi VÍF eina rúgvu av feilum, og tí var einki at siga til, at H71 førdi 14-17 í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki helt H71, sum nevnt, stand, og VÍF hevði sera trupult við at steðga álopunum hjá H71, og hendan dystin var eisini sera avmarkað, hvussu nógv skot málverjarnir hjá VÍF tóku.

Hjá H71 vóru tað systrapørini, Weyhe og Egholm, sum gingu undan, og VÍF megnaði ongantíð veruliga at fáa verjuna tætta, og H71 hevði rímiliga lætt við at koma gjøgnum verjuna hjá VÍF.

Hinvegin sá út til, at tað gjørdist alsamt truplari hjá VÍF at koma gjøngum verjuna H71, sum dysturin leið, og framhaldandi gjørdi VÍF nógvar feilir. Var tað ikki fyri Lise Marie Nesse Evensen á strikuni, so hevði sæð veruliga svart út hjá vestmannakvinnum í seinna hálvleiki.

Í eini seinastu roynd at fáa H71 aftur, fór VÍF langt fram at verja. Tað mundi sett ein ávísan spenning í dystin, men tá ið Fríða Nolsøe Olsen kastað framvið tóma málinum, tá ið hon kundi minka niður í eitt mál í seinasta minutti, so fór møguleikin hjá VÍF.

H71 vann 31-32, og kemur helst beinleiði í hálvfinalurnar. H71 hevur tó ein truplan dyst móti Neistanum eftir, men VÍF hevur ein upp aftur truplari dyst móti suverena oddaliðnum Kyndli.

Sum hesi bæði næstbestu liðini í føroyskum kvinnuhondbólti spældu í dag, er sera torført at ímynda sær, at nakar teirra ger nakað sum helst við Kyndil hetta kappingarárið. Men hvør veit, tí nú ræður um, at koma á rætta hondbóltslagi, tá ið FM-finaluumfarið fer í gongd, og vit hava fyrr sæð, at tá kunnu heilt óvæntað lið enda við at gerast føroyarmeistarar.

Hjá VÍF var Fríða Nolsøe Olsen toppskjútti við 10 málum, og hjá H71 skoraði Anna Elisabeth Weyhe 9 mál.

Stigatalva SMS-deildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil2071544726840
H712067353913431
VÍF2063847216631
Neistin195094773223
StÍF20457561-10414
EB19470623-1537
Stjørnan19483615-1326
VB19422633-2114