,

H71 og Trygd leingja samstarvssáttmálan

Skrivað

FM1

Dagfesting

Trygd og H71 hava undirskrivað nýggjan samstarvssáttmála og leingja harvið samstarvið fram til 2027. Trygd hevur verið høvuðsstuðul hjá H71 síðani 2016, og partarnir báðir hava verið væl nøgdir við samstarvið øll hesi árini.

”Tað er eingin loyna, at fleiri av fremstu hondbóltsleikarunum í Føroyum venja ella hava vant við H71. H71 er eitt felag, sum ger nógv burturúr at menna leikarar, skapa trivnað millum børn og ung og styrkja felagsskapin. Vit eru sera stolt av at stuðla H71”, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.

H71 varð stovnað í 1971, men ikki fyrr enn í 2002 kom ítróttahøllin í Hoyvík, sum síðani tá hevur verið karmur um alt virksemi felagsins. Síðani tá hevur eisini bara gingið frameftir hjá H71. Hondbóltsliðini hjá bæði kvinnum og monnum hava ment seg nógv og hava vunnið fleiri føroyameistaheiti.

”Tað er av stórum týdningi fyri eitt ítróttafelag at hava góðar stuðlar, annars ber einki til. Trygd hevur stuðlað okkum í nógv ár, og tað er eitt gott og gevandi samstarv, sum vit eru sera glað fyri”, sigur Anna Dam.

Nýggi sáttmálin er galdandi fram til mai 2027.