H71 skoraði 50 ferðir í stórsigri

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi steypakappingin menn, bólkur 2
Team Klaksvík – H71 19-50 (12-25)

Team Klaksvík hevur, síðan felagið endurstovnaði manshondbólt í Klaksvík í 2006, roynt at byggja felagið upp. Okkurt árið hevur eisini gingið hampiliga væl, og seinasta kappingarár royndi felagið seg í evropeiskum hondbólti fyri fyrstu ferð.

Hetta kappingarárið hevur tó ikki gingið eftir vild. Leikarahópurin er smalur, og Team Klaksvík hevur tapt allar dystirnar higartil, bæði í landskapping og steypakapping.

Aftur í dag mátti Team Klaksvík leggja rygg til ein rimmar ósigur, tá ið føroyameistararnir H71 vitjaðu. H71 fór frá beinanvegin, og nógv av málunum vóru skoraði upp á skjót mótálop. Í hálvleikinum var støðan 25-12. Hóast H71 brúkti eykamenninar nógv í seinna hálvleiki, øktist leiðslan allan seinna hálvleik, og tá ið dysturin var liðugur, stóð 18-46 á máltalvuni.

Hjá H71 skoraði Jákup Egholm 12 mál og Høgni Heinasson 9 mál. Fyri Team Klaksvík var David Danielsen besti málskjútti við 5 málum.

Dómaraseðil

Stigatalva Faxe Kondi steypakappingini menn bólkur 2


Dystir
Vunnin málTapt málMunurStig
H7127741364
Kyndil2535302
StÍF2575252
Team Klaksvík24081-410
Kelda: hsf.fo