H71 skrivar í morgun, at evropeiska hondbóltssamgongan EHF hevur góðkent Hoyvíkshøllina til dystir í evropeiskum hondbólti.
Tað merkir, at kvinnurnar hjá H71 spæla teir báðar dystirnar í European Cup seinni í novembur í móti grikska liðnum AC PAOK verða spældir í Hoyvíkshøllini.
Dystirnir verða spældir fríggjakvøldið 15. novembur og sunnukvøldið 17. novembur. Báðir verða spældir klokkan 19.
Tað er er ein torfør umgáva, sum bíðar hoyvíkskvinnum í 3. umfari í European Cup. H71 lýsir mótstøðuna solleiðis:
– AC PAOK er eitt kent og sterkt lið úr Grikkalandi við eini langari søgu innan hondbólt. Liðið hevur vunnið fleiri meistaraheiti og er kent fyri sítt sterka verjuspæl og ágrýtnu leikarar. Hetta verður ein avbjóðing fyri okkara kvinnur, men vit hava ein møguleika at vinna, serliga um høllin verður full av viðhaldsfólki.
Mynd: H71 hevur vunnið nógvar sigrar í Hoyvíkshøllini, nú verður eisini evropeiskur hondbóltur í høllini