H71 tryggjaði sær pláss í hálvfinaluni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

H71 tryggjaði sær annað plássið í SMS-deildini við einum greiðum sigri móti Neistanum. Dysturin var spennandi allan fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki setti H71 trumf á og vann greitt 22-30.

Hjá Neistanum sást væl, at landsliðsleikarin Bjørk F. Joensen ikki er við orsaka av skaða, og H71 hevði heilt einfalt meira bredd enn Neistin, og vann ein uppibornan sigur.

Anna S. Mikkelsen skoraði 6 mál fyri Neistan og Lea Brockie skoraði 6 mál fyri H71.


Í Vestmanna gav VÍF oddaliðnum Kyndli góða mótstøðu, nú stórskjúttin Turið Arge Samuelsen ikki er við.

VÍF var á veg til sigurs við støðuni 25-23, tá ið átta minuttir vóru eftir. Men Kyndil megnaði at venda gongdini, og vann 28-30.

Hjá VÍF skoraði Fríða Nolsøe Olsen 9 mál, og Bára Krossteig Hansen skoraði 10 ferðir fyri Kyndil


Stjørnan skuldi vinna suðri í Vági fyri at vera heilt vísar í einum plássi í fjórðingsfinaluni. Tað gjørdu tær eisini við einum rímiliga greiðum 22-27 sigri, eftir hálvleiksstøðuna 8-11.

VB fylgdi við til eitt korter var eftir at spæla, men so fór Stjørnan avgerandi fram um, og VB hevði einki at svara aftur við.

Fyri VB skoraði Angela Sigga Birgisdóttir 5 mál, meðan Tóra Eliasen skoraði 7 mál fyri Stjørnuna.


EB kundi við einum sigri móti StÍF fara framum Stjørnuna, um tær høvdu tapt. Men StÍF avgjørdi dystin longu í fyrra hálvleiki, tá ið støðan var 16-8. Endin var, at StÍF vann 26-27.

Fyri StÍF skoraði Josefina Dyring 9 mál, og hjá EB skoraðu Talita Jeffreisdóttir og Karinbeth Leonsdóttir Kjærbæk 5 mál hvør


Niðanfyri sæst endaliga stigatalvan í grundspælinum í Burndeildini. Kyndil og H71 eru komin beinleiðis í hálvfinalurnar.

VÍF spælir móti Stjørnuni í fjórðingsfinaluni, meðan Neistin og StÍF møtast í hinari fjórðingsfinaluni.

Dystirnir eru ikki endaliga lagdir, men eftir álmanakkanum hjá Hondbóltssambandinum verða dystirnar leiktir soleiðis:

Í fjórðingsfinaluni spæla liðini bara ein dyst, og verða fjórðingsfinalurnar spældar í vikuni frá 31. mars til 6. apríl.

Í hálvfinalunum spæla liðini best av trimum dystum. Hálvfinalurnar verða leiktar frá 14. apríl til 27. apríl.

Í sjálvari FM-finaluni spæla liðini best av fimm dystum, og verða finalurnar spældar í tíðarkeiðnum frá 21. apríl til 11. mai.


Endaliga stigatalvan í SMS-deildini

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil2174547527042
H712170356114233
VÍF2166650216431
Neistin215545243025
StÍF21483578-9516
Stjørnan21541665-12410
EB21515680-1657
VB21461683-2224