H71 vann lættliga móti KÍF

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Burndeildin menn

H71- KÍF 28-23 (16-10)
Dómaraseðil á hsf.fo

Menninir hjá H71 lótu ongantíð KÍF koma inn í dystin í dag. Fyrstu tíggju minuttirnar var javnt. Men eftir støðuna 4-4 setti H71 spitaran í botn, og teir steðgaðu ikki aftur fyrr enn tað stóð 24-14, tá ið 18 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.

Tá skuldi ein hildið, at dysturin var avgjørdur, men soleiðis er ikki, tá ið tað eru kollfirðingar, sum eru á vøllinum. Er tað nakað, sum eyðkennir KÍF, so er tað, at teir ongantíð geva upp, og tað gjørdu teir heldur ikki í dag, hóast tað sá púra vónleyst út.

Seks mál á rað skoraði KÍF upp á fimm minuttir, og brádliga var 24-20 og slakir seks minuttir eftir. H71 tók leikbrá, og tað hjálpti. Dysturin endaði 28-23 til hoyvíkingar.

Hjá H71 skoraði Brian Slyne tíggju mál, og Fríði Weyhe skoraði seks mál fyri KÍF.


StÍF – Team Klaksvík 29-26 (18-11)
Dómaraseðil á hsf.fo

Team Klaksvík gav StÍF óvæntaða mótstøðu í dag. Alt byrjaði, sum væntað, og StÍF kom fleiri mál fram um beinanvegin. 18-11 var støðan í hálvleikinum.

Beinanvegin í seinna hálvleiki minkaði Team Klakvík um munin við nøkrum málum, og spakuliga svan munurin niður í eitt mál 26-25, tá ið fimm minuttir vóru eftir.

Nú skoraði StÍF trý mál á rað og avgjørdi dystin, áðrenn Team Klaksvík skoraði seinasta málið, og dysturin endaði 29-26 til StÍF.

Sofus í Selvindi Nattestad var toppskjútti hjá strandingum, og Beinir Johannesen skoraði níggju mál fyri Team Klaksvík.


Neistin – Kyndil 19-26 (8-11)
Les serstaka dystarfrásøgn


Stigatalva Burndeildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil133743472719
StÍF133973633418
H71133893652415
VÍF123813374414
KÍF13336337-113
Neistin13328338-1011
Team Klaksvík13326444-1180