

H71-venjarin: – Fimm teir seinastu minuttirnir í fyrra hálvleiki gjørdust dýrir
22.04.2026Aftaná 25-26 (13-15) FM-hálvfinalutapið fyri VÍF í Hoyvíkshøllini, og harvið samlaðum 1-2 tapi í FM-hálvfinalunum fekk Tormóður P. Djurhuus orðið á H71-venjaran, Rasmus Poulsen, ið staðfestir, at seinastu fimm minuttirnir av fyrra hálvleiki, har VÍF vendi einari 13-11 leiðslu til H71 til eina 15-13 leiðslu til VÍF gjørdust dýrir. Tað eydnaðist ongantíð hjá H71 veruliga at seta seg á dystin.
















