, ,

Haaland keypt íbúð fyri 35 milliónir norskar krónur

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Erling Braut Haaland stendur nú til at vera eigari av einari íbúð í Petter Strordalens Sommerro-verkætlanini.

Kostnaðurin er 35 milliónir NOK, sum svarar til umleið 22,5 milliónir danskar krónur.

Ognaravtalan millum fótbóltsstjørnuna Erling Braut Haaland og milliarderin Runar Vatne er nú almannakunngjørd.

Runar Vatne, sum hevur vunnið sín ríkdóm við at seta pengar í ognir, keypti íbúðina fyri 27 milliónir norskar krónur fyri 3 árum síðani.

Nú stendur Haaland, sum eigari av íbúðini í Sommerro-verkætlanini.

Meklarin Hans Houeland í DNB sigur at íbúðin hevur útsýni yvir Oslo bý, samstundis liggur hon nokk so privat soleiðis at tað næstan ikki sæst inn í íbúðina.

(Kelda: e24.no)