Nýggi sáttmálin hjá Erling Haaland við Manchester City tryggjar honum 500.000 pund um vikuna hvørja viku fram til 2034. Tað skrivar The Guardian.
Í okkara pengum merkir tað, at hann fær meira enn 600. 000 krónur um dagin, og tað er sambært The Atletics ein av mest lønandi sáttmálum í ítróttasøguni.
– Hetta er ein gigantiskur sáttmáli, sum vit ikki hava sæð áður, sigur ítróttarskrivarin David Ornstein í podkastinum The Athletic FC.
Haaland hevur eini grundløn á 500.000 pund um vikuna, sum er ein ársløn á umlei 230 milliónir krónur.