Tann 26. juni 1988 steðgaði rumenska steypafinalan í úrtíð, tá annað av liðunum rýmdi av vøllinum og sýtti fyri at koma aftur á vøllin.
Finalan var nr. 50 í røðini av rumenskum steypafinalum og var ein Ævinlig Grannauppgerð millum kappingarneytarnar í Bukarest, Steaua and Dinamo. Steaua București var mitt í einari røð av 60 ósigraðum dystum, sum spenti aftur til kappingarárið 1986-87 og fevndi um meistaraheitini í 1987 og 1988 umframt rumenska steypasigurin í 1987 (teir høvdu eisini vunnið Europa Cup fyri meistaralið á FC Barcelona í 1986).
Dysturin var ein endurtøka av undanfarnu finaluni. Tá vanliga leiktíðin var um at vera liðug og meðan støðan var 1-1, skoraði áleyparin hjá Steaua, Gavril Balint, málið, sum varð roknað sum sigursmálið, men málið varð kolldømt fyri rangstøðu. Uppskakaðir av støðuni valdu Steaua-leikararnir og venjarahópurin at rýma av vøllinum og tað sigst, at teir høvdu beina kós ímóti best kenda fjepparanum hjá felagnum, Valentin Ceaușescu, sum var sonur rumenska einaræðisharran, Nicolae Ceaușescu.
Dómarin blásti dystin av og handaði Dinamo București steypið. Men dagin eftir legði stjórnin seg út í avgerðina og avgjørdi, at málið skuldi fáa loyvi til at standa og staðfesti Steaua sum vinnara.
Tvey ár seinni, tá stýrið hjá Ceaușescu var fallið, gav Steaua steypið frá sær og bjóðaði tað til Dinamo, sum sýtti fyri at taka ímóti. Tískil er ógreitt, um nakað lið kann tilskrivast steypasigurin tað árið.
Hinvegin helt góða gongdin hjá Steaua fram og endaði á samanlagt 119 ósigraðum landskappingar- og steypadystum á rað.