Hákun West av Teigum er valdur á “Liðið hesa vikuna” hjá EHF, eftir at hann spældi tveir frálíkar dystir fyri Føroyar móti Kosovo og Ukraina.
Móti Kosovo skoraði hann heili 11 mál upp á 23 royndir, og tá skal havast í huga, at Føroyar einans skoraði 25 mál.
Hákun var eisini flúgvandi móti Ukraina í høllini við Tjarnir og skoraðu 5 mál við 5 skotum.
Liðið hesa vikuna hjá EHF
Málverji: Martin Tomovski, Norðurmakedonia
Vinstri vongur: Rutger Ten Velde, Niðurlond
Vinstri bakkur: Nemanja Belos, Eysturríki
Miðja: Daniel Stanciuc
Høgri bakkur: Melvyn Richardson, Frakland
Høgri vongur: Hákun West av Teigum, Føroyar
Strika: Victor Romero, Spania