Hákun allan dystin í sigri móti Eliasi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bundesliga: Füchse Berlin- THW Kiel 35-26

Tað var føroyingadystur í heimsins sterkastu hondbóltsdeild, Bundesliguni, í dag.

Hákun West av Teigum byrjaði á vøllinum, tá ið Füchse Berlin á heimavølli tók móti Kiel við Eliasi á Skipagøtu á liðnum.

Hákun West av Teigum má sum oftast taka til takkar við einum plássið á beinkinum, og so taka av møguleikunum, tá ið í høvið býðst. Ein slíkur møguleiki var í dag.

Eftir ein javnan fyrra hálvleiki førdi Füchse Berlin 17-15 í hálvleikinum. Hákun West av Teigum skoraði eitt mál av høgra vong og brendi eitt skot. Elias á Skipagøtu kom inn seinastu løtuna av fyrra hálvleiki og skoraði tvær ferðir.

Í seinna hálvleiki økti Füchse Berlin beinanveginum munin og økti hann allan seinna hálvleik. Úrslitið gjørdist heili 35-36 til Füchse Berlin.

Hákun av Teigum skoraði tvær ferðir í seinna hálvleiki, og skoraði 3 mál við 4 royndum í dag. Elias á Skipagøtu skoraði einki mál eftir steðgin.

Füchse Berlin er nummar trý í Bundesliguni, og Kiel er á einum sjeynda plássi.

Hannover-Burgdorf við Vilhelm Poulsen á liðnum er nummar tvey. Teir vunnu í hósdagin 33-20 á Stuttgart. Vilhelm skoraði tvær ferðir.

Stigatalva Bundesligan hondbóltur menn

DystirMálStig
Melsungen9265 – 23116
Hannover-Burgdorf9286 – 25315
Füchse Berlin9315 – 26714
Magdeburg8252 – 21514
Gummersbach10303 – 28914
Flensburg-Handewitt9305 – 25013
Kiel9260 – 24012
Lemgo Lippe9253 – 24612
Rhein-Neckar-Löwen9281 – 27010
Eisenach9279 – 2718
Leipzig9272 – 2738
Göppingen9245 – 2686
Hamburg9251 – 2706
Bietigheim9240 – 2666
Wetzlar9225 – 2744
Stuttgart10246 – 3202
Erlangen9240 – 2842
Potsdam8194 – 2250