Hákun og Füchse Berlin týskir meistarar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eitt av størstu úrslitum, sum eitt føroyskt ítróttafólk nakrantíð hevur verið í til, gjørdist veruleiki í dag, tá ið Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vunnu týsku Bundesliguna, sum verður mett at vera heimsins sterkasta hondbóltsdeild. Füchse Berlin vann dystin móti RN Löwen 38-33.


Füchse kundi tryggja sær meistaraheitið við at vinna ella spæla javnt á útivølli móti RN Löwen.

Hákun West av Teigum byrjaði á høgra veingi hjá Füchse Berlin, sum beinanvegin kom aftur um 3-0.

RN Löwen helt seg frammanfyri allan fyrra hálvleik, og Füchse hevði sera trupult við at fáa spælið at hanga saman. Serliga verjuparturin haltaði.

Í steðginum var Füchse aftanfyri 20-17, og hesa løtu var Magdeburg týskur meistari, tí teir førdu heili 18-10 úti móti Bietigheim.

Keðiliga gongdin hjá Füchse helt fram fyrst í seinna hálvleiki, og millum annað brendi Hákun West av Teigum tvey skot, áðrenn hann varð skiftur út.

Füchse fór eina løtu longri fram at verja, og so gekk skjótt hjá Füchse at fáa RN Löwen aftur og fara fram um. Sum altíð var tað serliga hvirluvindurin Mathias Gidsel, sum gekk undan.

Hákun West av Teigum kom ikki inn aftur. Men móti endanum var eingin ivi um, at Füchse hevði beina kós móti meistaraheitinum. Endin var, at Füchse vann 38-33.

Hetta var fyrsta meistaraheitið í søguni hjá Füchse Berlin. Men Hákun og hinir kunnu ikki hátíðarhalda meistaraheitið leingi, tí komandi vikuskifti skulu teir spæla Final Four í Champions League.